Nærum helmingurin av føroyskum kvinnum í aldrinum 20-64 arbeiða parttíð. Tað staðfestir ein nýggj frágreiðing, ið hevur fingið enska heitið Part-Time Work in the Nordic Region –An Introductory Study of the Faroe Islands, Greenland and Åland Islands.
Kanningin vísir, at Føroyar er tað landið í Norðurlondum har flest kvinnur arbeiða parttíð. 49 prosent av føroysku kvinnunum arbeiða parttíð, meðan 45,9 av álendsku kvinnunum arbeiða parttíð.
Sammett við onnur evropeisk lond, so eru tað bara í Sveis og Holland, at talið av kvinnum, ið arbeiða parttíð, er hægri enn í Føroyum.
Frágreiðingin byggir á eina kanning, ið viðgerð sambandið millum parttíðararbeiði og kynini í Føroyum, Grønlandi og Álandi. Tað er stovnurin Nordic Information on Gender, NIKK, ið hevur gjørt frágreiðingina eftir eina umbøn frá Norðurlendska Ráðharraráðnum.
Til ber at lesa alla kanningina her.