Petur Niclasen, lærari á Eysturskúlanum, umboðar 16 av teimum 32 ungdómstinglimunum.
Hann sigur, at Eysturskúlin fekk eina innbjóðing einaferð í heyst, og so var farið at lodda dýpið, antin nakar áhugi var fyri tí.
Tað vísti seg skjótt, at tað var tað, og síðani hava tey arbeitt við eg snikka nøkur uppskot til.
- Tað skal vera uppskot, sum tey hava áhuga fyri, og eg haldi, at tað hvur ligið rímiliga væl fyri. Eg hugsi at vit eiga eini sjey-átta av teimum 12 uppskotunum, sigur Petur Niclasen.
Hann hevur verið við tvær ferðir áður, og tað gongur, sum tað plagar.
- Tey eru ógvuliga spent og eitt sindur nervøs, so tey fyrstu málini fara ígjøgnum uttan alt ov nógvar viðmerkingar. Men tá so ein tíð er liðin, verða tey meira framlig, og sum tað merktist í uppskotinum um at broyta rúsdrekkalógina, so fóru sinnini í kók, sigur Petur Niclasen.
Tað eru tveir flokkar úr Eysturskúlanum við á ungdómstinginum, harav annar er sonevndi Nám X.










