Útlendsku tónleikararnir, sum skulu spæla á Voxbotn í kvøld, eru allir komnir til landið.
Onkur tónleikari kom til Føroya fyrr í vikuni, og í tíðliga seinnapartin kom restin av sjakkinum, sum í kvøld skal standa fyri undirhaldinum á konsertdegnum í Vágsbotni.
Thomas Helmig, Gulddrengen, Hanne Boel og hini vóru við Elinborg airbussinum hjá Atlantsflogi í dag.
Voxbotn byrjaði seinnapartin við barnaundirhaldi og heldur fram til seint í nátt. Konsertdagurin er útseldur.









