Helmes er nýggja stjørnan

Patrick Helmes er eitt navn, sum alt fleiri týskarar hava bitið merki í. Álopsspælarin skifti í summar frá FC Køln til Leverkusen at spæla , og har hevur hann veruliga gjørt um seg við seks málum higartil í hesum kappingarárinum.. Sambært eini atkvøðugreiðslu hjá blaðnum Kicker halda næstan 60 prosent av fótbóltsáhugað týskarunum, at Helmes er besti týski álopsspælarin í løtuni.