Andrea Eldevig
Valevni til Fuglafjarðar Býráð
Havi mangan hugsað um, hvussu valevni og sitandi býráðslimir, kunnu siga frá, hvat teir vilja gera fyri borgararnar í kommununi, og mangan ásanna, at tað mangan lekur millum orð og gerðir, og tí vil eg heldur ikki her geva nøkrum nakað lyfti um, hvat eg vil gera, um eg verði vald inn í komandi býráð.
Fyrsta hugsjón mín er, at eg vil arbeiða fyri einari kommunu, íð er samansett av trimum bygdum, har hvør einasti borgari er við til at gjalda til heildina, og tí hava rætt til at fáa sín ágóða av heildarkøkuni, íð býráðslimirnir eru settir at skera sundur, so øll kunnu njóta av hesi køku.
Vit hava eina virkna kommunu, íð dagliga krevur eina skilagóða umsiting, og hava vit ein starvsfólkabólk, íð ger sítt til, at kommunan kann røkja tær uppgávur, sum henni er álagt, og vil tað tí verða ein treyt, at kommunupolitikkararnir gera karmarnar so góðar sum møguleiki, samstundis sum teir hava eitt vaki eyga við, at tilfeingið, kommuna hevur at ráða yvir, verður nýtt so skilagott, sum møguligt.
Við hesum í huga verða kommunupolitikkararnir noyddir at umsita ogn fólksins við skynsemi, og syrgja fyri, at kommunan er ein kommuna, har allir borgararnir fáa tann ágóðan, íð teimum tilkemur.
Á tí sociala økinum hava vit í dag eina góða skipan, bæði á barnaøkinum og eldraøkinum, treyðugt so, at ikki kundi verði møguleiki at gera tað betur, og í øllum førum halda støðið, so øll, íð brúk hava fyri tí, og hava virkisfýsni, kunnu gera brúk av sínum evnum á arbeiðsøkjum og frítíðarøkjum, og fáa møguleikar til hetta.
Vit hava eina kommunu, íð hevur tikið væl ímóti og stuðla væl á mentanarøkinum, og eigur hesin parturin eisini at verða stuðlaður í tann mun, kommunan hevur fíggjarkarmar til tess, tí nógvir møguleikar liggja á láni enn, og kundu óiva komi betur til sín rætt.
Á umhvørvisøkinum er kommunan eisini væl við, men enn restar nakað, og eru hetta viðurskifti, kommunan eisini má taka sær meir av, so íbúgvar og virksemi kunnu liva í einum umhvørvið, nútíðar samfelagið krevur, so inntøkumøguleikarnir hjá borgarum og kommunu kunnu gerast teir bestu, og hervið eisini kunnu gera nakað fyri borgaran í kommununi.
Búðstaðarviðurskiftini eiga eisini at gerast so umhvørvisvinarlig, bæði við bústaðarøkjum og atkomumøguleikum, at borgarin kann føla seg tryggan at búleikast í kommununi.
Skúla- og fríðtíðarvirksemi í kommununi eiga at verða so gott, hetta kann gerast, og eigur kommunan at gera karmarnar so rúmligar, so øll hava møguleikar at virka og nýta hesar møguleikar.
Her kundi verði nevnt fleiri møguleikar, men sum fyrr nevnt, so eru treytirnar tær, at møguleikarnir eru skaptir fyri tí fíggjarliga, eins og tað verða sett fólk, íð duga at umsita ong og tilfeingi, borgarin hevur litið teimum í hendi, og tá kann veruleiki verða aftanfyri lyftini.
Gott val.










