Hellur bláa vegin í Danmark

Seinasta kanningin, sum Epinion hevur gjørt fyri Danmarks Radio vísir, at blái vongur førir við 51,5 prosentum ímóti 48,5 til reyða veingin hjá Helle Thorning-Schmidt.

Seinasta kanningin, sum Epinion hevur gjørt fyri Danmarks Radio vísir, at blái vongur førir við 51,5 prosentum ímóti 48,5 til reyða veingin hjá Helle Thorning-Schmidt.

 

Tað stendur tí so at siga á jøvnum. Óvissan í kanningini eru 2,3 prosent – og tað er meira enn tað, sum nú skilir partarnar.

 

Størstu afturgongdina hevur Vinstri, sum sambært kanningini fer frá 26,7 prosentum til 20,1. Javnaðarflokkurin stendur nøkulunda í stað við 24,9 í mun til 24,8 á valinum. Danski Fólkaflokkurin gongur nógv fram og verður triðstørstur í Fólkatinginum. Hann fær í kanningini 18,8 prosent í mun til 12,3 á valinum. Kristiligi flokkurin fær bara 0,7 prosent og er tí langt frá at koma í Fólkatingið, har sperrimarkið er 2 prosent.

 

Men Alternativið hjá Uffe Elbæk hevur rættiliga fingið fastatøkur á veljarunum. Flokkurin er langt oman fyri sperrumarið - og enn tá framman fyri Radikala flokkin, sum er gamli flokkurin hjá Uffe Elbæk. Alternativið fær sambært kanningini 5,0 prosent.

 

Stórur spenningur er um valið – og tað kann væl enda við, at tað verður føroysku og grønlendsku umboðini, sum fara at gera av, hvør verður forsætisráðharri.