Klaksvíkingar hava gjørt nógv burtur úr á torradøgum, og millum annað vóru suðuroyingar eisini farnir norðeftir við eftirgjørda Dímunarhellinum.
- Hugtakandi var at síggja hellið í Lítlu Dímun, ið varð sett upp í Sjónám sum partur av torraskránni. Nógv fólk hava vitjað allar dagarnar og serliga í dag, tá ið hvalbingar og Ellindur Abrahamsen greiddur frá um vandaferðir í oynni, sigur Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar býráð.
- Stovan var næstan ov lítil í dag, so nógv fólk vóru við til at lýða á – kl. 15.00, tá ið Ellindur Abrahamsen, sum var skipari á Ólavi Halga í 1988, greiddi frá, um tá ið hann lá útifyri Lítlu Dímun har 10 mans lógu veðurfastir í hellinum í samfullar tríggjar dagar, sigur hann.