Føroyska kvinnulandsliðið, ið fyrireikar seg til HM-undankappingardyst ímóti Svøríki, fingu í gjár stuðul frá danska forsætisráðharranum, Helle Thorning-Schmidt. Danski stjórnarleiðarin er í Føroyum í samband við ríkisfund, og í tí sambandi møtti honum kvinnulandsliðnum, ið fyrireikar seg á Hotel Føroyum.
Sambært facebook-síðuni hjá føroyska kvinnulandsliðnum ynskti Helle Thorning-Schmidt gentunum góða eydnu við dystinum.
Tað er hósdagin 19. Juni, kl 18.00 at Føroyar og Svøríki spæla á Tórsvølli.
Les eisini Kvinnurnar taka ímóti Svøríki