Eg taki undir við, at føroyingar varðveita rættin til at drepa grind.
Tað sigur danski forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt.
Tað hevur vakt ans, at hon hevur lagt eina mynd av sær á Facebook, við einum limi í Sea Shepherd undir liðini.
Les eisini: Helle Thorning í selskapi við Sea Shepherd
Summi hava spur, um hetta er ein fjaldur stuðul til Sea Shepherd, sum aftur kemur higar í summar at mótmæla grindadrápi.
Men Helle Thorning-Schmidt staðfestir nú á Facebook, at hon stuðlar okkum í okkara rætti at drepa grind
Les eisini: Hendan øsingin er áfatiliga býtt
- For god ordens skyld, så er jeg tilhænger af færingernes ret til at fastholde den traditionelle fangst af grind, skrivar hon heilt stutt á Facebook síðuni hjá sær fyri eini løtu síðani.










