Javnaðarflokurin hevur eyka landsstevnu um vikuskiftið, har forkvinnan í danska Javnaðarflokkinum, Helle Thorning-Schmidt vitjar.
Eyka landsstevnan er leygardagin frá klokan 9 til 15, har Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins leggur upp til orðaskifti. Klokkan 11 fer Helle Thorning-Schmidt at halda røðu.
Sum Portalurin skilir, so fer fylgið við Helle Thorning Schmidt til Suðuroyar seinni leygardagin á Saltsilo konsert.











