Helle Thorning Schmidt til Føroya

Um miðjan mai kemur forkvinnan í danska Javnaðarflokkinum til Føroya á vitjan.

Tað er Javnaðarflokkurin í Føroyum, sum hevur boðið henni higar. Føroyski Javnaðarflokkurin skal halda summarstevnu og eyka landsstevnu í Skótadeplinum á Selatrað fríggjadagin 14. mai og leygardagin 15. mai og tí sambandi hava tey boðið forkvinnuni í danska javnaðarflokkinum higar at halda røðu.

Og nú hevur hon boðað frá, at hon tekur av innbjóðingini og sostatt fer hon at halda røðu á javnaðarfundinum á Selatrað.

Skuldi vinstriblokkurin í donskum politikki vunnið næsta fólkatingsval, verður Helle Thorning Schmidt forsætisráðharri.

Fyri nøkrum árum síðani var eisini ætlanin at Helle Thorning Schmidt skuldi koma higar. Tá hevði Javnaðarflokkurin bjóðað henni at halda røðu á landsfundi, men tá barst henni frá í síðstu løtu.

Ístaðin helt hon røðu umvegis internetið og stórskíggja og svaraði eisini spurningum frá føroyskum javnaðarfólki.

Á fundinum á Selatrað er ætlanin annars at broyta onkrar av lógunum í Javnaðarflokkinum og ætlanin er eisini at leggja so til rættis, at flokkurin hevur standandi uppstilling til val. Tað merkir, at tað verður greitt í góðari tíð, hvørji valevnini vera, so at tey fáa stundir og høvi til at gera vart við seg alment, serliga tá ið talan er um nýggj og óroynd valevni.