Helle Thorning-Schmidt meldað til løgregluna

Formaðurin í sosialdemokratiska flokkinum í Danmark, Helle Thorning-Schmidt, er meldað til løgregluna, eftir at blaðið B.T. hevur avdúkað, at hon hevur givið løgregluni skeivar upplýsingar.

Tað er formaðurin í ungdómsfelagnum hjá Vinstra, Jakob Engel-Schmidt, sum hevur melda sosialdemokratiska formannin. Tað skrivar heimasíðan hjá B.T., og talsmaðurin hjá løgregluni, Flemming Steen Munch, váttar tíðindini.

Málið snýr seg um mannin hjá Helle Thorning-Schmidt, Stephen Kinnock. Hann er bretskur ríkisborgari arbeiðir í Sveis. Tá Helle Throning-Schmidt søkti løgmálaráðið um, at maðurin kundi standa sum medeigari av húsum teirra, skuldi hon upplýsa, hvussu nógvar dagar um árið maðurin er í Danmark. Nú hevur B.T. avdúkað, at Stephen Kinnock er ikki so ofta í Danmark, sum Helle Thorning-Schmidt segði fyri løgmálaráðnum.

-Vit hava fingið eina skrivtliga melding frá Venstres Ungdom ímóti Helle Thorning-Schmidt, og løgreglan í Bellahøj skal nú kanna, hvussu málið sær út, sigur siger Flemming Steen Munch við Newspaq.

Jakob Engel Schmidt váttar fyri Newspaq, at hann hevur meldað sosialdemokratiska floksformannin.

Helle Thorning-Schmidt hevur í dag viðgingið, at hon gav løgmálaráðnum skeivar upplýsingar. Hon sigur, at talan var um eitt mistak.