Forkvinnan í danska Javnaðarflokkinum helt í morgun røðu fyri javnaðarfólk á landsstevnu hjá Javnaðarflokkinum, sum er á Hotel Hafnia í Havn í dag.
Umframt Helle Thorning-Schmidt helt eisini Jóannes Eidesgaard røðu, har hann greiddi fundarfólkinum frá búskaparstøðuni. Hann vísti á, at afturgongdin er minkað og mælti til optimismu. Hann vísti á, at neyðugt er við langsiktaðum loysnum, og segði eisini, at nýggir tónar eru at hóma í politisku skipanini, tí andstøðan og samgongan samstarva í fíggjarnevndini. Hann væntar, at tað tí ber til at fáa eina breiðari semju um næstu fíggjarlógina.
Seinnapartin eru ymsar viðtøkubroytingar á skránni á landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum. Seinni fer so fylgið við Helle Thorning-Schmidt til Suðuroyar við Smyrli, har tey fara á stóru konsertina, sum verður í Saltsiloini í kvøld.
Helle Thorning-Schmidt fer aftur til Danmarkar í morgin.










