Helle Thorning-Schmidt fer á Saltsilo konsert

Næsta leygardag verður komandi forsætisráðharri Danmarkar, Helle Thorning-Schmidt, millum áhoyrarnar á stóru konsertini í Saltsiloini á Drelnesi.

Helle Thorning-Schmidt, forkvinna í danska Javnaðarflokkinum, vitjar føroyska Javnaðarflokkin fríggjadagin og leygardagin, tá hon eftir ætlan skuldi fara aftur til Danmarkar. Men hon hevur nú útsett heimferðina til sunnudagin fyri at kunnu fara á stóru konsertina, sum verður í saltsiloini leygarkvøldið. Hetta er fyrsta ferð hennara í Føroyum.

Sambært øllum veljarakanning seinastu tíðina stendur vinstrivongurin í Danmark til at vinna komandi fólkatingsval. Um so verður, so verður næsti forsætisráðharri Danmarkar Helle Thorning-Schmidt.