Danski forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt, er nú komin sær upp í herferðina hjá Sea Shepherd ímóti grindadrápi í Føroyum.
Í sambandi við valstríðið hevur Helle Thorning-Schmidt er støðugt á ferð kring um í Danmark og vitjan og eftir ta einum vitjanina, hevur hon lagt eina mynd á Facebook síðuna hjá sær, við einum limi í Sea Shepherd, ´í eyðkennisklæðum, undir liðini á sær.
Hetta hevur vakt eitt sindur ans serliga millum føroyingar í Danmark og spurt verður um hetta er av tilvild, ella um hetta skal takast sum tekin um fjaldan stuðul frá danska statinum til Sea shepherd, nú felagsskapurin er á veg til Føroyar at mótmæla grindadrápi.
Eitt sjónarmið hevur eisini verið, at tá ið danski forsætisráðarrin almannakunngerð eina mynd sum hesa, er tað tí at hon heldur at tað hevur týdning í royndunum at vinna sær atkvøður.
Onnur eru sannførd um, at hetta er av berari tilvild.
Men tey í Sea Shepherd í Danmark lógu í hvussu so er, ikki sjóvarfallið av sær, men vóru skjót gera sær dælt av myndini.
Sikke da et godt selskab, Helle Thorning-Schmidt er kommet i. Her sammen med Erik, en af vores danske støtter, i sin Sea Shepherd hættetrøje, skrivar Sea Shepherd í Danmark á Facebook og leggur myndina við.
Eisini tey siga, at tað var av tilvild at limurin í Sea Shepherd kom á myndina, og at tað sostatt ikki var tilætlað.