Helle hevur fingið nýtt starv

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt, hevur nú fingið nýtt starv. Hon skal vera stjóri í altjóða Barnabata, á enskum Save the Children. Tað skrivar danska blaðið B.T.

 

Enn hava hvørki Helle Thorning-Schmidt ella felagsskapurin váttað tíðindini, men sambært keldum hjá B.T. skal hon vera stjóri hjá altjóða Barnabata í London.

 

Í fjør royndi Helle Thorning-Schmidt at gerast hákommisserur fyri flóttafólk hjá ST, men tað starvið fór í staðin til Filippo Grandi úr Italia.