Helle Gotved hevur skrivað nógv um fimleik og týdningin av at røra seg. Í Danmark er hon kend fyri mongu sendingarnar, sum hon hevði í Danmarks Radio. Sendingarnar "Ha det bedre" hevði hon líka til 1992.
Fleiri túsund fólk hava fingið undirvísing í hennara fimleikaprogrammum á kvøldskúlum kring alt Danmark og á hennara egna skúla á Frederiksberg.
Helle Gotved hevur ofta vitjað í Føroyum. Hon var nevniliga vermóður Sólbjørn Jacobsen, fyrrverandi telefonverksstjóra í Havn, sum er giftur dóttrini Else.









