Helle eigur nú mann í bretska parlamentinum

Stephen Kinnock traðkar nú í fótasporunum hjá víðagitna pápanum, Neil Kinnock

Maðurin hjá danska forsætismálaráðharranum, Helle Thorning Schmidt er nú limur í bretska undirhúsinum. Hann kemur at umboða bretska arbeiðaraflokkin, Labour.

 

Stephen Kinnock, sum er giftur Helle Thorning Schmidt traðkar nú í fótasporunum hjá víðagitna pápanum, Neil Kinnock, sum var ógvuliga nær við at gerast bretskur forsætisráðharri í 1992. Neil Kinnock varð formaður í Labour, árini 1983-1992.

 

Stephen Kinnock hevði persónliga eitt gott val í walisiska valdøminum, Aberavon, har hann fekk heili 49 prosent av atkvøðunum. Í bretskum miðlum verður Stephen Kinnock nevndur "The Red Prince" - hin reyði prinsurin hjá Labour.

 

Bretar, sum hava ein gløggan humor, hava tó eisini skemta sær við, at tað var ein fegin javnaðarfloks-leiðari í Bretlandi í gjárakvøldið, og tað var danska Helle Thorning Schmidt, sum var hjástødd til hátíðarligu løtuna, tá tað gjørdist greitt, at Stephen Kinnock hevði vunnið sætið í Aberavon.

 

Ein ovurfegin og stoltur pápi, Neil Kinnock var eisini hjástaddur fyri at uppliva stóru løtuna, tá sonurin gjørdist parlamentslimur fyri Labour. 

 

Stephen Kinnock, sum nú er parlamentslimur í einum ES-landi, og forsætismálaráðharramaki í einum øðrum ES-landi er 45 ára gamal, og skuldi átt nøkur ár í sær, sum politikkari.