Helgi: Vit hava ov lágt botnstøði

(Rás2) Hoyr Helga H. Hoydal, sum í kvøld var viðmerkjari hjá Rás2 seta orð á føroyska avrikið

Orsaka av skaða hevur Helgi H. Hoydal ikki spælt seinastu tveir HM-undankappingardystirnar, ímóti Italia í kvøld, og ígjár ímóti Rumenia.

 

Helgi H. Hoydal hevur roynt seg sum hollur viðmerkjari til beinleiðis dystarfrásagnirnar hjá Tróndi Arge úr Bolzano í Norðuritalia tveir teir seinastu dystirnar. Ein leiklutur, sum Helgi er komin væl frá, men hann heldur ikki, at hann og liðfelagarnir eru komnir nóg væl frá teimum trimum dystunum ímóti Italia, Rumenia og Ukraina.

 

- Vit hava alt ov lágt botnstøði, staðfestir Helgi H. Hoydal.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Helga H. Hoydal í samrøðu við Trónd Arge á Rás2 taka samanum HM-undankappingini, har Føroyar taptu 18-29 ímóti Italia, 20-28 ímóti Rumenia og 22-30 ímóti Ukraina.