Helgi vann í stórum stíli

Við sigrinum leygardagin hevur Helgi Dam Ziska nú vunnið føroyameistaraskapin í snartalvi trý ár á rað.

Í frálíkum umstøðum í Læraraskúlaauluni kappaðust 35 telvarar um føroyameistaraskapin í snartalvi. Undan kappingini hevði Talvsamband Føroya aðalfund, har millum annað greitt varð frá einum hendingaríkum og góðum talvári. Virkisfýsna nevndin varð sum væntað afturvald.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Sum ein múrur
Skipanin varð soleiðis, at níggju dupultumfør skuldu telvast. Tað vil siga, at hvør telvari hevur hvítt og svart móti sama mótstøðumanni, og hetta gevur samanlagt 18 talv.
Eftir fyrstu trý umførini var líkt til, at kappingin fór at standa millum Helga D. Ziska og John Rødgaard. Teir hittust í 4. umfari, og Helgi vann 1,5  0,5. Aftan á hetta streyk Helgi frá hinum. Rødgaard misti - eins og allir hinir í toppinum - okkurt óvæntað stigið á vegnum. Einans Helgi telvaði støðugt og sannførandi. 16,5 stig av 18 møguligum!
Martin Poulsen gav Helga bestu mótstøðuna. Teirra uppgerð endaði 1-1. Men annars var Helgi sum ein múrur. Har var einki hol og ógjørligt var at bróta grótmúrin niður. Ein ósvikaliga uppiborin FM-sigur til unga havnarmannin.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Finnbjørn blandaði seg
Snarmeistarin frá ár 2000 hevði eina fram úr góða kapping. Størsta styrkin hjá Finnbirni Vang er snartalv, men kortini er hansara 2. pláss eitt sindur óvæntað. Finnbjørn fekk 14 stig.
Á 3. plássi kom Rødgaard, 3,5 stig aftanfyri Helga og 1 stig aftanfyri Finnbjørn. Rødgaard segði seg als ikki vera nøgdan við sítt avrik.
Torkil Nielsen og Martin Poulsen vóru beint niðanfyri heiðursplássini. Ungu synirnir hjá Torkili, Rógvi E. Nielsen og Høgni E. Nielsen, blandaðu seg í toppin við ávíkavist 10,5 og 10 stig.