Helgi vann stóran sigur

Skírisdagur var góður hjá IM Helga Dam Ziska, sum í hesum døgum luttekur í EM kappingini í talvi fyri einstaklingar. Kappingin er í Dresden í Týsklandi.

Í triðja umfari hevði Helgi Dam Ziska hvíta fólkið ímóti pólverska stórmeistaranum Bartlomiej Heberla. Stórmeistarin hevði undan kappingini 2533 á styrkislistanum, meðan Helgi hevði 2389.

Men hóast mótstøðumaðurin var stinnur, so eydnaðist tað Helga Dam Ziska at vinna talvið. Harvið hevur Helgi eftir trý tey fyrstu umførini tvey stig.

Í fjórða umfari, sum verður telvað Langa fríggjadag, skal Helgi telva við svarta fólkinum ímóti kroatiska stórmeistaranum Alojzije Jankovic. Hesin stórmeistarin hevði undan kappingarbyrjan 2541 styrkisstig. Úrtøkan hjá honum í trimum teimum fyrstu umførunum hevur ? eins og hjá Helga Dam Ziska ? verið tvey stig.