Helgi vann í Reykjavík

Føroyski stórmeistarin eigur 21. hægsta styrkistalið í Reykjavik Open 2017

Føroyski stórmeistarin í talvi, Helgi Dam Ziska, legði fyri soleiðis, sum styrkistølini bendu á, at hann fór at gera, tá ið fyrsta umfar í Reykjavik Open í talvi var á skránni í dag.

 

Fyrstu leikirnir vórðu fluttir klokkan 15. Í dag hevði Helgi Dam Ziska svart ímóti Alberto Prieto (1999) úr USA. Helgi Dam Ziska tryggjaði sær í kvøld fulla úrtøku í fyrsta umfari.

 

At tað eru nógvir stinnir telvarar í Reykjavík í hesum døgum sæst aftur í, at Helgi Dam Ziska hevur 21. hægsta styrkistalið av teimum 265 luttakarunum.

Styrkistalið hjá Helga Dam Ziska er 2553. Hægsta styrkistalið eigur GM Anish Giri úr Hollandi, sum eigur 2771 í styrkistali. Tveir norðurlendingar eiga hægri styrkistal enn Helgi Dam Ziska. Teir eru GM Nils Grandelius (2641) úr Svøríki og GM Hannes Stefansson (2566) úr Íslandi.