Helgi vann øll fimm talvini, og avgerandi sigurin kom í hús í seinasta umfarinum ímóti Finnbjørn Vang.
Hinvegin gjørdist kappingin um hini plássini ógvuliga spennandi. Heili tríggir telvarar fingu fýra stig. Hesir Finnbjørn Vang úr Klaksvík, Herluf Hansen og Hjalti Toftum Jógvansson úr Havn. Mótstøðustigini høvdu hesa raðfylgjuna við sær, meðan virðislønirnar vórðu latnar fyri deilt annað pláss.
Heiðrikur Tindskarð Jacobsen úr Havn, Heðin Gregersen úr Klaksvík og Silas Eyðsteinsson úr Sandavági, høvdu eina framúr góða kapping og vórðu heiðraðir við styrkisvirðislønum.
Sambært faroechess.com, sum er heimasíðan hjá Talvsambandi Føroya, var talan um eina sera væleydnaða kapping ? bæði tá tað kom til luttøku og hvat karmum viðvíkti.