Helgi vann í hørðum stríði

Fyrstu tiltøkini á ovastevnu eru í kvøld, og renningin var tað allarfyrsta

 

Renningin var skipað í trimum bólkum, har børnini runnu fyrst. Lagt var fyri við børnum undir sjey ár, og har vóru eini 6-8 børn við. Tey skuldu renna 400 metrar.

 

Fyrstur um mállinjuna var Helgi, sum i harðari kapping vann seg um strikuna.

 

Síðani runnu børn yvir 7 ár, og har var Samuel langt fyrstur á mál, hóast tað var Sólja, sum var fremst, tá fyrstu 400 av teimum 800 metrarunum vóru runnir.

 

Klokkan var út við átta, áðrenn tey vaksnu fóru undir renningina niðan á Oyggjarmúla, men tað venda vit aftur til.