Helgi Dam Ziska er framvegis einsamallur á fremsta plássi í smálandakappingini, sum seinastu stóru vikuna hevur verið í Luksemborg.
Í dag var avrikið hjá Helga trygt og sigurin sannførandi. Hann sat við hvítum ímóti IM Fred Berend úr Luksemborg. Styrkistalið hjá Helga er 2542, og styrkistalið hjá mótstøðumanninum í dag er 2335.
Síðsta umfar verður í morgin klokkan 10. Tá verður mótstøðumaðurin hjá Helga Dam Ziska IM Andreas Kelires frá Cypros. Styrkistalið hjá honum er 2466.
Undan síðsta umfari hevur Helgi Dam Ziska 8 ½ stig. Honum á baki eru Andreas Keleris og Oscar De La Riva Aguado, sum báðir hava 8 stig. Andreas Kelires fer í morgin at telva við hvítum ímóti Helga Dam Ziska, meðan Oscar De La Riva Aguado fer at telva við svørtum ímóti Peter J. Kirby, sum higartil hevur vunnið 4 stig.
Um tað eydnast Helga at vinna í hvussu so er eitt hálvt stig í síðsta umfarinum, so verður ikki møguleiki hjá nøkrum at fara upp um hann í stigatali. Um tað stendur á jøvnum eftir síðsta umfar, so verður tað mótstøðustig, sum fara at gera av, hvør fer at vinna kappingina og harvið at halda fram í telvingini fram ímóti heimsmeistaraheitinum.
Myndina hevur Finnbjørn Vang, formaður í Talvsambandi Føroya tikið.