Møguleikin fyri at ein føroyingur fyri fyrstu ferð nakrantíð skal vinna danska meistaraheitið í talvi er størri í morgun, enn hann var í gjár, tá ið 7. umfar var á skránni.
Helgi Dam Ziska hevur orduliga gjørt um seg í Helsingør. Í gjár gjørdi hann ógvuliga skjótt av, tá ið hann vann á Dara Akdag. Á middegi í dag sessast Helgi aftur við borðið í Helsingør. Mótstøðumaðurin verður GM Davor Palo. Eftir sjey umfør eru teir báðir á odda við 5,0 stigum. Um tað eydnast øðrum teirra at vinna innanhýsis talvið í dag, so verður vinnarin stórfavorittur at vinna DM.
Meðan tað gekk skjótt í gjár hjá IM Helga Dam Ziska at tryggja sær sigurin, so sat GM Davor Palo og totaðist í seks tímar, áðrenn tað eydnaðist honum at boyggja veteranin GM Jens Kristensen, sum er seniorheimsmeistari.
Níggjunda umfar verður í morgin. Tá skal IM Helgi Dam Ziska dystast við GM Jens Kristiansen, meðan GM Davor Palo skal upp ímóti GM Lars Schandorff.
Um tað stendur á jøvnum eftir kappingarlok verður umdystur 2. páskadag.
Støðan undan 8. umfari:
1. GM Davor Palo, Skanderborg, 5,0 stig
1. IM Helgi Dam Ziska, 5,0 stig
3. GM Allan Stig Rasmussen, 4,0 stig
3. GM Lars Schandorff, Hillerød, 4,0 stig
3. GM Sune Berg Hansen, Helsingør, 4,0 stig
6. IM Mikkel Antonsen, Næstved, 3,5 stig
7. IM Mads Andersen, Skanderborg, 3,0 stig
7. IM Christian Kyndel Pedersen, 3,0 stig
8. Dara Akdag, BMS Skak, 2,0 stig
10. GM Jens Kristiansen, BMS Skak, 1,5 stig
Myndina av Helga Dam Ziska eigur Dansk Skak Union. Hon varð tikin langafríggjadag, tá ið Helgi Dam Ziska gjørdi skjótt av og tryggjaði sær oddasessin í DM.










