Helgi Dam Ziska mátti í dag lúta fyri Davor Palo í kappingini um danmarksmeistaraheitið í talvi.
Fyri áttanda umfar í dag stóðu Helgi og Davor á jøvnum við fimm stigum, og tí var talan um veruligan toppdyst ímóti endanum av kappingini. Davor Palo, sum hevði hvíta fólkið, sigraði í talvinum, og harvið tapti Helgi Dam Ziska fyri fyrstu ferð í kappingini.
Nú eitt umfar er eftir, liggur Davor Palo eitt stig framman fyri Helga og líkist tí nýggjum danmarksmeistara.
Í seinasta umfari skal Helgi Dam Ziska telva ímóti seniorheimsmeistaranum Jens Kristiansen.
Støðan eftir 8 umfør:
1. Davor Palo 6 stig
2. Helgi Dam Ziska 5 stig
Lars Chandorff 5 stig
Allan Stig Rasmussen 5 stig
5. Sune Berg Hansen 4 stig
Mads Andersen 4 stig
7. Mikkel Antonsen 3,5 stig
8. Christian Kyndel Pedersen 3 stig
9. Jens Kristiansen 2,5 stig
10. Dara Akdag 2 stig
(Mynd: Dansk Skak Union)