Níggjunda og síðsta umfar í Runavík Open varður seinnapartin í morgin. Í dag vóru tvey umfør. Helgi Dam Ziska styrkti fyrrapartin um sínar møguleikar, tá ið hann vann ímóti Vladimir Hamitevici, meðan GM Guðmundur Kjartansson spældi javnt ímóti Simon Bekker-Jensen.
Í kvøld endaði tað aftur javnt hjá GM Guðmundi Kjartansson, sum var einsamallur á odda – eitt hálvt stig frammanfyri Helga Dam Ziska. Men tað eydnaðist ikki Helga at vinna úrtøku í kvøld, og undan síðsta umfari í morgin er føroyski stórmeistarin á fjórða plássi – eitt stig aftanfyri Guðmund Kjartansson og eitt hálvt stig aftanfyri GM Johann Hjartarson og GM Miguel Munoz.
Íslendski veteranurin og stórmeistarin Johann Hjartarson vann í kvøld ímóti Helga Dam Ziska. Helgi royndi at leypa á við svarta fólkinum. Hann misti tvær finnur, og tað eydnaðist ikki rættiliga at fáa tyngd og brodd í. So svaraði Johann Hjartarson aftur, og Helgi gav skarvin yvir, tá ið hann stóð til at missa frúnna fyri rók.
IM Guðmundur Kjartansson var í longum endatalvi ímóti Nikolaj Mikkelsen, og tað endaði javnt. Harvið legði Nikolaj Mikkelsen seg upp á síðuna á Helga Dam Ziska.
GM Miguel Munoz vann í kvøld við hvítum ímóti IM Vladimir Hamitevici.
Støðan í toppinum er henda undan síðsta umfari:
IM Guðmundur Kjartansson 6 ½ stig.
GM Johann Hjartarson og GM Miguel Munoz 6 stig.
GM Helgi Dam Ziska og IM Nikolaj Mikkelsen 5 ½ stig.
IM Vladimir Hamitevici, GM Jakob Vang Glud, IM Simon Bekker-Jensen, FM Rógvi Egilstoft Nielsen, FM Vignir Vatnar Stefansson, FM Olaf Berg, FM Hans Kristian Simonsen og Ólavur Simonsen 5 stig.
GM Throstur Thorhallsson, GM Daniel Semcesen, FM Jesper S. Thybo, Gauti Páll Jónsson, IM John Rødgaard, Thorvardur Olafsson og Silas Eyðsteinsson 4 ½ stig.
Loftur Baldvinsson og Heiðrikur T. Jacobsen 4 stig.
Í morgin sær skráin í toppinum soleiðis út:
IM Guðmundur Kjartansson (2438) – FM Rógvi Egilstoft Nielsen (2347)
GM Helgi Dam Ziska (2551) – GM Miguel Munoz (2457)
GM Jakob Vang Glud (2506) – GM Johann Hjartarson (2541)
FM Olaf Berg (2323) – IM Nikolaj Mikkelsen (2466)
IM Vladimir Hamitevici (2484) – FM Hans Kristian Simonsen (2148)
FM Vignir Vatnar Stefansson (2299) – IM Simon Bekker-Jensen (2473)
Ólavur Simonsen (2207) – GM Daniel Semcesen (2469)
GM Throstur Thorhallsson (2417) – Silas Eyðsteinsson (2066)
Thorvardur Olafsson (2182) – FM Jesper S. Thybo (2348)
IM John Rødgaard (2338) – Gauti Páll Jónsson (2036)
Heiðrikur T. Jacobsen (1979) – Loftur Baldvinsson (1961)