Helgi suvirenur Grand Prix vinnari í talvi

Eftir 10 kappingar í kappingarárinum, har 5 tær bestu eru avgerðandi fyri endastøðuna, vann Helgi kappingina við 34 stigum av 35 møguligum. Sannførandi.

 

IM John Rødgaard, úr Vestmanna Talvfelag, varð eins sannførandi á 2. plássi, meðan unglingin, úr Sandavági, Rógvi Egilstoft Nielsen, tryggjaði sær 3. plássið í harðari orrustu við Finnbjørn Vang, sum gjørdist nr. 4.

 

Brøðurnir, Heiðrikur og Rúni Tindskarð Jacobsen, vunnu greiðar sigrar um styrkisvirðislønirnar fyri telvarar upp til ávikavist 1300 og 1900 í rating. Sára Traber Olsen gjørdist somuleiðis tryggur vinnari í 1600 - ratingbólkinum. Ratingvirðislønirnar fóru harvið allar til Havnar Telvingarfelag á hesum sinni.

 

Úrslit frá finaluumfarinum eru at finna á www.faroechess.com