IM Helgi Dam Ziska stóð seg sera væl í EM í talvi og var eina hársbreidd frá at ogna sær sín fyrsta GM-norm, í EM-kappingini í Frankaríki, sum endaði leygardagin. Helgi var styrkismettur nr. 196 av teim 400 telvarunum, sum stríddust um EM-heitið. Í kappingini lutluttóku heili 163 stórmeistarar (GM) og 64 altjóða meistarar (IM).
Eftir 11 drúgv umfør, gjørdist Helgi nr. 86 í Evropa við 6,5 stigum, fremri enn m.a. heili 80 stórmeistarar (GM) í Evropa.
Vladimir Potkin, úr Ruslandi, vann EM við 8,5 stigum.
Avrikið er heilt einastandandi.
Endaspurturin varð heilt sermerktur og spennandi. Uttan tap í 7 umførum, 5 stig, harav orrusta við 4 stórmeistarum.
Úrslitið, og telvingin, er ein greið ábending um, at dygdin er til staðar, á sera høgum støði.
Ongin føroyingur hevur rokkið tað áður.
Helgi smæðist als ikki burtur - er á GM-kós.









