Tað skrivar Vinnuhúsið i dag.
Nógv er skrivað um einahandilin, avtøkuna av einahandlinum og onnur handilsviðurskifti frá teirri tíðini. Tað er harafturímóti lítið skrivað um, tá handlar í hundraðtali vórðu staðsettir í teimum føroysku bygdunum og høvuðsstaðnum. Men við sáttmálanum millum Handilsvinnufelagið og Helga Jacobsen verður skjøtul settur á hetta arbeiðið.
Umframt at fylgja søguni hjá handlunum bæði í bygd og í bý, skal bókin geva eina heildarmynd av mynstrinum hjá handlunum og handilsvinnuni frá fyrstu handlunum til dagin í dag. Vit høvdu fyrst nakrar fáar stórar handlar, síðani fingu vit nógvar smáar og kanska miðalstórar handilsmenn og hava nú aftur nakrar stórar handlar – í summum førum við sama mynstri, sum tað byrjaði við, nevniliga úthandlum.
Aðrar broytingar sleppa eisini upp í part. Eitt skifti høvdu vit til dømis fleiri útlendskar ferðandi sølumenn. Summir vóru 'dropsmenn'. Tann gamli handilin hevði skivu, og inn um hana sluppu bara tey útvaldu. So komu sjálvtøkuhandlarnir, sum í fyrstani ivaleyst vóru avbjóðandi fyri nógvar keypmenn. Handlarnir vóru eisini leingi tað sosiala savningarstaðið, har býar- og bygdafólkið kom saman at práta. Og 'handilsmenn' vóru ikki bara menn, men eisini konufólk - og summar av teimum dugdu væl og stýrdu handlunum við harðari hond.
Miðað verður eftir at geva bókina út á heysti 2022.










