Helgi skal framtíðartryggja Sambandsflokkin

– Hann skal styrkja innanhýsis arbeiðið í Sambandsflokkinum, lokalfeløgini, ungdóminum og politikkmenningini til at framtíðartryggja flokkin og floksapparatið.

Soleiðis segði Bárður á Steig Nielsen, tá hann á tíðindafundi í Tinganesi í morgun, at Helgi Abrahamsen leggur frá sær sum landsstýrismaður.

 

Hann segði, at tað var í fullari semju millum partarnar, og at hetta er tað besta fyri Sambandsflokkin, at Helgi Abrahamsen leggur frá sær og Magnus Rasmussen tekur yvir landsstýrissessin í Vinnu- og umhvørvismálum.

 

Politikarum so líkt, so royndu teir tríggir at fáa tað at síggja so ljósareytt út – at  fólkið skal halda, at Helgi Abrahamsen sjálvur hevur valt at leggja frá sær.

 

Men soleiðis fungerar tað bara ikki í politikki.

 

Tað hevur uttan iva verið misnøgd við úrslitini hjá landsstýrismanninum – nógv mál verða liggjandi í ráðnum og koma ikki á mál. Gongd í haga er eitt mál, har eingin loysn er funnin. Ikki ein gong hevur Vinnumálaráðið funnið útav, um portrið Saksun er lógligt ella ikki.

 

Grøna orkuskiftið gongur ongan veg, og enn er tað bara tos um at skilja framleiðslupartin hjá SEV sundur.

 

Fyri at bróta ísin, so hevur Sambandsflokkurin valt at offra Helga Abrahamsen og fáa annan mann í sessin. Nýggi maðurin er royndur í lokalopolitikki, var borgarstjóri í Runavíkar kommunu í sjey ár, og kennir tí eisini til arbeiðið í SEV. Sum politikari liggur hann nøkulunda á somu konservativu leið sum Helgi Abrahamsen, men hann skal nú vísa, at hann megnar at fáa meira burtur úr teimum tveimum árunum, sum hann nú kann fáa í sessinum.

 

Helgi Abrahamsen er valdur tingmaður og fer tí aftur í tingið. Av tí at Magnus Rasmussen eisini er valdur tingmaður, so hendir eingin broyting í tingbólkinum, uttan tann, at teir báðar býta um sess.

 

Aftasta eykatingfólkið hjá Sambandsflokkinum, Edva Jacobsen í Fuglafirði, heldur fram sum løgtingskvinna, men nú fyri Magus Rasmussen í staðin fyri Helga Abrahamsen.

 

Hóast Helgi Abrahamsen er valdur sum nummar trý á listanum hjá Sambandsflokkinum, so fær hann ikki formanssessin í Løgtingsins fíggjarnevnd, men verður formaður í Sambandsfloksins á tingi – ein sessur, sum ikki líka áhugaverdur hjá flokkinum, sum hevur løgmann, tveir landsstýrismenn og formannin í fíggjarnevndini.

 

Tað vóru bara Báður á Steig Nielsen og Magnus Rasmussen, sum á løgtingsvalinum fyri fleiri atkøvður, enn Helgi Abrahamsen:

 

 

 

Tingfólk Sambandsfloksins:

 

1. Bárður á Steig Nielsen 1218 persónligar atkvøður

 

2. Magnus Rasmussen 575 persónligar atkvøður

 

3. Helgi Abrahamsen 497 persónligar atkvøður

 

4. Kaj Leo Holm Johannesen 468 persónligar atkvøður

 

5. Frimodt Rasmussen 357 persónligar atkvøður

 

6. Rósa Samuelsen 314 persónligar atkvøður

 

7.  Johan Dahl 276 persónligar atkvøður

 

 

 

Varafólk Sambandsfloksein:

 

1. Jaspur Langgaard 265 persónligar atkvøður

 

2. Erhard Joensen 256 persónligar atkvøður

 

3. Edva Jacobsen 250 persónligar atkvøður

 

(Tey trý varafólkini hava sæti fyri Bárð Nielsen, Magnus Rasmussen og Kaj Leo Holm Johannesen, sum skulu leggja tingsessin frá sær, tá tey taka við landsstýrissessi)