Helgi og Sjúrður vunnu á stórmeistarum

Føroyar vunnu í dag søtan sigur ímóti stóru favorittunum úr Bosnia-Hersegovina

Tað er sera gott lag í føroysku leguni í Baku í Aserbadjan, og føroyski talvheimurin yvirhøvur fegnast.

Føroyar hava í dag í talvolympiaduni vunnið ímóti favorittunum úr Bosnia-Hersegovina. Hóast tað yvir av føroyingunum sótu fýra GMarar ella stórmeistarar, og hóast eingin av føoysku telvarunum enn hevur rokkið at vera GMari, eydnaðist tað føroyska liðnum at vinna 2 ½ - 1 ½!

 

Helgi Dam Ziska hevur higartil einki talv tapt, og eisini í áttanda umfari eydnaðist tað honum at fáa úrtøku. Stórmeistarin Denis Kadric (2583) sat við hvíta fólkinum, og tað eydnaðist Helga Dam Ziska (2546) at vinna fulla úrtøku!

 

John Rødgaard (2345) hevði hvítt ímóti stórmeistaranum Stojanovic (2005), og tað endaði remis.

Jóan Hendrik Andreasen (2239) tapti við svørtum ímóti stórmeistaranum Dizdarevic (2460).

Sjúrður Thorsteinsson (2187) hevur staðið seg sera væl í hesi kappingini. Í dag setti hann á fjórða borði krúnuna á verkið higartil, tá ið hann við hvítum vann á FM Marjanovic (2432).

 

At úrslitið var framúr gott sæst aftur í, at miðal styrkistalið hjá bosnisku telvarunum er 2524, meðan tað hjá føroyingunum er 2276. Bosnia-Hersegovina er styrkismett nummar 41, og Føroyar eru styrkismettar nummar 84.