Valfelagið hjá Sambandsflokkinum í Eysturoy, fer nú at taka tað upp til viðgerar, at Helgi Abrahamsen og Reimund Langgard atkvøddu fyri uppskotinum um misálit á Jørgen Niclasen. Tað sigur Johan Petersen, formaður í Samhald, sum er valfelagið hjá Sambandsflokkinum í Eysturoy.
Hann er stak ónøgdur við, hvussu miðlarnir, og serliga Kringvarpið hava viðgjørt málið og í grein í Norðlýsingum harmar tað hann almikið, at samgongulimir hava latið seg drigið upp á tráð í herferðini hjá fjølmiðlunum og andstøðuni, sum hann málber seg.
Men serliga harmast hann um, at tveir tinglimir, sum eru uppstillaðir eftir uppskoti frá Samhaldi, ”hava roynst veikasta liðið í samgonguni”. Johan Petersen sigur, at hetta er eitt mál sum eigur at verða tikið upp innanfloks.
Sum hann skilir tað, hava teir ikki atkvøtt fyri misálitinum tí at teir hava mist álitið á landsstýrismannin í fíggjarmálum sigur hann við okkum. Men teir atkvøddu fyri tí at málið hevur elvt til so nógv rumbul. Hetta hava teir báðir latið seg fangað av, sigur hann
Men av tí at teir atkvøddu fyri misálitinum, hava teir samtundis sagt, at teir hava ikki álit á Jørgen Niclasen.
Johan Petersen vil ikki siga, hvat hendan viðgerin kann enda við. Hann vil tískil heldur ikki siga nakað um, antin hetta kann enda við, at Samhald ikki fer at skjóta teir báðar upp sum valevni eina aðru ferð.
Ein onnur avleiðing kann vera, at teir báðir tinglimirnir fáa eitt nefs, men heldur ikki tað vil Johan Petersen siga nakað um. - Endamálið við viðgerðini er í fyrsta lagi at fáa eina frágreiðing frá teimum báðum tingmonnunum, um, hví teir atkvøddu fyri misálitinum, sigur Johan Petersen. So verðru ein niðurstøða gjørd útfrá tí.
- Teir hava havt sínar orsøkir fyri at atkvøða fyri og eg havi mínar orsøkir til at vera ivingarsamur. Men vit plaga at tosa okkum til rættis, leggur hann afturat. - Men tað tað óvanligt, at tveir tinglimir í samgonguni atkvøða fyri einum misáliti og tað ætla vit at taka upp til viðgerðar.
Men skulu tinglimir ikki altíð atkvøða eftir síni sannføring? Johan Petersen sigur, at sannføringin er eitt, men atlitið at eini heild, altso samgonguni, er eitt annað. - Er ein partur av einum bólki má ein góðtaka, at bólkurin ikki altíð vil sum ein vil sjálvur. So viðhvørt má sannføringin víkja fyri heildini – og umvent, sigur Johan Petersen.
|









