Føroyingauppgerð var í bestu norsku mansdeildini í hondbólti í dag.
Liðið hjá Kjartani Johansen, Bækkelaget tók á heimavølli móti liðnum hjá Helga H. Hoydal og Paula Mittún, Kristiansand.
Bækkelaget var favorittur hjá veddingarfyritøkunum at vinna dystin, men tað gjørdist Kristiansand sum vann dystin 32-26.
Í steðginum var Kristiansand á odda 15-12.
Helgi H. Hoydal skoraði fýra mál og Pauli Mittún skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál hjá Kristiansand. Kjartan Johansen skoraði eitt mál fyri Bækkelaget.
Kristiansand er nummar fimm í deildini við seks stigum fyri fimm teir fyrstu dystirnar í kappingini. Bækkelaget hevur fýra stig fyri fimm dystir, og teir eru nummar níggju í deildini.
Nú fara Helgi, Pauli og Kjartan at ferðast til Týsklands saman við landsliðshópinum fyri at spæla EM-undankappingardyst móti Ukraina. Dysturin verður leiktur komandi mikukvøld klokkan 19.