Í gjár eydnaðist tað endiliga aftur føroyska talvlandsliðnum at vinna. Ímóti Marokko var úrslitið 2 ½ - 1 ½. Olaf Berg vann, John Rødgaard telvaði javnt, og Høgni Egilstoft Nielsen tapti. So var tað útslitið hjá Helga Dam Ziska, sum sat í longum endatalvi, ið var avgerandi fyri, um Føroyar vunnu ella ikki.
Tað eydnaðist Helga trygt at vinna. Harvið vunnu Føroyar aftur, eftir at tað í fýra umførum á rað var endað javnt ella við tapi. Undan síðsta umfari eru Føroyar á 64. plássi, sum er níggju pláss hægri enn styrkismetingin.
Í dag er frídagur í Tromsø. 11. og síðsta umfar verður í morgin. Tá skulu Føroyar telva ímóti Indonesia, ið er styrkismett sum nummar 72. Undan síðsta umfari er Indonesia so frammarlaga sum á 31. plássi.
mynd: Gunnar Bjørnsson