Lisette Rosenbeck Christensen og Helgi Winther Olsen liggja á øðrum plássi í súkklukappingini Andalucia Bike Race, eftir at tríggir av teimum seks teinunum eru lagdir aftur um bak.
Sunnudagin vunnu tey bæði prologin, meðan tey mánadagin endaðu nummar tvey, umleið fimm minuttir aftan fyri vinnararnar úr Italia. Fleiri langar og brattar klintringar gjørdu munin frá degnum fyri, og italska liðið vísti seg at vera sera sterkt. Gleðin yvir at vinna etapuna fyrsta dagin, gjørdist tí bara enn størri, og tað gjørdist klárt hvussu stórt bragdið var, at hetta var eydnast. Italska kvinnan hevur verið millum bestu fjallasúkklarar í heiminum á styttra olympiska teininum fyri nøkrum árum síðani, og hon vísir at hon enn er sera sera sterk.
Í gjár gjørdist úrslitið aftur, at italska liðið vann, fýra minuttir framman fyri føroyska liðið. Munurin er sostatt umleið sjey minuttir í samlaðu støðuni, meðan tað eru eini 40 minuttir aftur til liðið á triðja plássið.
Í kappingini í gjár var ein eykakapping, har skjótasta parið í mix bólkinum á einum ávísum teini varð heiðrað við eini premiu, og her eydnaðist foroyska parinum at vinna. Teinurin var serliga merktur av tveimum longum og teknist torførum undankoyringum, og her vísti TREK MTB.fo liðið sína sonnu styrki og setti hini liðini til viks við fleiri minuttum. Hetta var á síðsta partinum av dagsins etapu, og tískil heintaði liðið fitt inn á italsku vinnararnar móti endanum.
Meiri kunning um kappingina, Andalucia Bike Race, er at finna her.