Í kvøld var suðurlandsuppgerð í bestu norsku hondbóltsdeildini millum Arendal og Kristiansand í Arendal.
Arendal vann greiðan 35-27 sigur á Helga H. Hoydal og liðfeløgunum í Kristiansand.
Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á, og í steðginum var Arendal bert á odda 16-15. Tað hilnaðist tó illa hjá Kristiansand í seinna hálvleiki.
Helgi skoraði tvey mál fyri Kristiansand í kvøld.
Nú fer besta deildin í Noregi í vetrardvala. Norska landsliðið skal í januar taka lut í HM-endaspælinum í hondbólti, ið verður í Pólandi og Svøríki.