Kjartan Johansen, Helgi Hildarson Hoydal og Viking Stavanger høvdu eina heilt fantastiska heysthálvu, har tað gjørdist til 12 sigrar í 13 dystum og ein oddasessur við trimum stigum niður á næstfremsta plássið áðrenn jólasteðgin.
Men eftir drúgva steðgin er Viking brádliga í kreppu.
Fyrst taptu føroyingarnir í Stavanger ímóti botnliði úr Lillehammer, og í dag gjørdist tað til enn ein ósigur - hesaferð ímóti einum av størstu kappingarneytunum um uppflyting.
Frá in.fo: Kjartan toppskjútti og besti maður í sjáldsomum ósigri
Hóast fýra mál frá Helga Hildarsyni Hoydal og fýra málum frá Kjartani Johansen mátti Viking lúta 25-23 ímóti Nøtteroy, sum nú er á triðja plássið í norsku 1. deild.
Viking er nú nummar tvey. Sama stigatal sum Fjellhammer á fremsta plássi og við fimm stigum niður til Nøtteroy á triðja plássinum.
Støðan í norsku 1. deild (handball.no)
Tvey tey fremstu liðini flyta beinleiðis upp. Triðfremsta plássið spælir uppflytingardystir.
1 | Fjellhammer | 15 | 24 |
2 | Viking Håndball | 15 | 24 |
3 | Nøtterøy Håndball | 15 | 19 |
4 | Sandefjord Håndball | 15 | 18 |
5 | Kristiansand Topphåndball | 15 | 17 |
6 | Falk Horten | 14 | 16 |
7 | Viking TIF | 15 | 16 |
8 | Lillestrøm TH | 15 | 10 |
9 | Charlottenlund | 15 | 10 |
10 | Sandnes | 14 | 10 |
11 | LFH09 | 15 | 8 |
12 | Bodø HK | 15 | 6 |