Talv
Tá steypakappingin varð hildin, fingu seks umboð úr hvøjum felag møguleika at greiða atkvøðu um, hvør skuldi fáa heiðurin ársins telvari og ársins stjørnuskot. Fimm telvarar vórðu innstillaðir til hvønn heiðurin, og tá atkvøðurnar vórðu taldir saman, var eingin ivi, hvør skuldi verða ársins telvari. Nevnliga IM Helgi Dam Ziska.
16 ára gamli unglingin úr Havnini tók øll á bóli í 2006, tá hann, hóast sera ungan aldur, megnaði at gerast Altjóða Meistari í Talvi. Minniligu avrikini í Reykjavík Open, EM-luttøka, NM gull fyri ung í Finlandi, eru bert nøkur avrik, sum eisini vóru viðvirkandi til, at Helgi varð kosin Ársins Ítróttarnavn í Føroyum um árskiftið. Andrias Ziska móttók, vegna sonin, heiðurin.
Umframt snotuliga minnisplátu, stuðlar Talvsamband Føroya Ársins Telvara, við kr. 3.000 til framhaldandi menning innan telvingina.
Teir innstillaðu vóru (bókstavarøð): FM Heini Olsen, IM Helgi Dam Ziska, IM John Arni Nilssen, IM John Rødgaard og Martin Poulsen.
Høgni varð stjørnuskotið
Til ársins stjørnuskot vórðu seks unglingar innstillaðir, Innstillaðir vóru 6 unglingar, sum hvør í sínum lagi hava staðið seg væl í farna kappingarárinum. Í oddinum var sera javnt ímillum serliga brøðurnar úr Sandavági: Høgna og Rógva Egilstoft Nielsen. Báðir hava teir megnað ratingframgongd uppá sløk 400 ratingstig farna kappingarár. Men hinir kandidatarnir lógu somuleiðis framvið og ber hetta hugalig boð um, at fleiri stórtalentir eru innan ungdómstelvingina.
9 ára gamli Høgni Egilstoft Nielsen varð kosin Ársins Stjørnuskot 2006. Unglingin úr Sandavági hevur nærum verið einaráðandi hesi seinnu árini ímillum yngru telvararnar. U10 FM vinnari og NM luttøka seinastu 3 árini. Ratingframgongd uppá 368 stig og sera góð FM kapping fyri einstaklingar, vigaðu ivaleyst tungt tá atkvøtt varð.
Umframt snotuliga minnisplátu, stuðlar Talvsamband Føroya Ársins Stjørnuskoti, við kr. 3.000 til framhaldandi menning innan telvingina. Tey innstillaðu vóru (bókstavarøð): DM Herborg Hansen (16 ár), Hjalti Toftum Jógvansson (14 ár), Høgni Egilstoft Nielsen (9 ár), U-FM Margar Berg (15 ár), Rógvi Egilstoft Nielsen (14 ár) og DM Sára Traber Olsen (11 ár).