Helgi Dam Ziska sigraði í 8. umfari og styrkti harvið munandi um møguleikan, at vinna FM-heitið í talvi 2011, nú hann aftur er einsamallur í oddinum, undan seinasta umfarinum. Helgi vann áhugavert talv, við svarta fólkinum, ímóti Eyðuni Nolsøe, meðan John Rødgaard telvdi stuttan javnleik, við hvíta fólkinum, ímóti Hans Kristiani Simonsen.
Støðan eftir 8 umfør:
1. IM Helgi Dam Ziska 6,5
2. IM John Rødgaard 6,0
3. FM Carl Eli Nolsøe Samuelsen 5,0
4. Sjúrður Thorsteinsson 4,5
5. Ólavur Simonsen 4,5
6. Hans Kristian Simonsen 4,0
7. Finnbjørn Vang 2,5
8. Rógvi E. Nielsen 2,5
9. Torbjørn Thomsen 2,5
10. Eyðun Nolsøe 2,0
FM-orrustan er sostatt framvegis ímillum Helga og John. Higartil eru báðir tveir ósigraðir í kappingini.
Somuleiðis er tætt stríð um bronsu- og silvurheiðursmerkini.
Leygardagin, kl. 10.00, verður seinasta umfar telvað og tá hevur Helgi hvíta fólkið ímóti Finnbjørn Vang, meðan John hevur svarta fólkið ímóti Ólavi Simonsen. Carl Eli telvar ímóti Hans Kristiani Simonsen.
Fylgið FM í Vestmanna á: www. faroechess.com.
Til ber eisini at fylgja telvingini á staðnum, í Vestmanna skúla.