Helgi liggur á odda

Besti føroyski telvarin er fremstur í kappingini millum smátjóðir, sum í hesum døgum er í Luksemborg

Klokkan 15 í dag verður farið undir næstsíðsta umfarið í europeisku smálanda kappingini í talvi, sum síðani fríggjadagin í síðstu viku hevur verið í Luksemborg.

Tólv luttakarar eru, og allir telva ímóti øllum. Kappingin endar í morgin, tá ið fyrstu leikirnir í 11. umfari verða fluttir klokkan 10.

 

Føroyska umboðið í kappingini er besti føroyski telvarin, Helgi Dam Ziska. Undan tíggjunda umfari er Helgi einsamallur á odda. Hann hevur 7½ stig. Teir báðir næstu í røðini hava 7 stig. Higartil hevur Helgi vunnið seks talv, og tríggjar ferðir er tað endað remis.

 

Roknað frá styrkistalinum er Helgi Dam Ziska favorittur. Styrkistalið hjá honum er 2542. Næsthægsta styrkistalið eigur Oscar De La Riva Aguado, stórmeistari úr Andorra. Styrkistalið hjá honum er 2494.

 

Luttakararnir eru úr Andorra, Cypros (2), Guernsey, Jersey, Luksemborg (2), Liktinstein, Malta, Monaco, San Marino og Føroyum.

Vinnarin kvalifiserar seg at halda fram í kappingini at verða avbjóðari ímóti heimsmeistaranum í talvi.

 

Hetta er onnur ferðin, at tað verður skipað fyri hesi kappingini. Fyrsta ferðin var í 2014, tá ið IM Michael Wiedenkeller vann. Í næsta umfarinum, sum var í Baku, tapti hann ímóti stórmeistaranum Levon Aronian, sum í løtuni er nummar seks á altjóða styrkislistanum.

Í løtuni er Magnus Carlsen úr Noregi heimsmeistari í talvi.