Helgi L. Petersen til ÍF

Fuglfirðingar hava styrkt um hópin fyri restina av hesum kappingarárinum

Í fjør var Helgi L. Petersen ein týðandi lutur í stríðnum hjá ÍF at vinna sær uppflyting, men hann metti ikki, at stundir vóru til Formula-fótbólt í ár. Ístaðin hevur hann hugnað sær í 2. deild, har hann hevur spælt við Fram, men nú metir Helgi sjálvur, at hann hevur hug til meira enn tað. Helgi vandi í gjárkvøldi við ÍF, og ætlandi verður hann í hópinum, sum um vikuskiftið skal royna seg móti EB/Streymi.