Av teimum yvir 400 telvarunum, sum eru við í EM-kappingini í Aix-les-Bains í Fraklandi, er GM Peter Svidler styrkimettur sum nummar eitt, meðan IM Helgi Dam Ziska liggur í miðjuni sum nummar 199.
Men hóast henda stóra styrkimunin á pappírinum, megnaði Svidler enntá ikki við hvíta fólkinum at koppa Helga, men í staðin endaði talvið javnt eftir 19 leikir.
Merkisvert er, at Svidler eftir øllum at døma hevði fyrireikað seg væl, tí talvkønir siga, at talvið minti nógv um eitt hjá einum, ið telvaði ímóti Helga í OL í fjør, men kortini var tað ikki nóg mikið til meira enn javnt.
Vit hava ikki fingið tað váttað, men sum skilst, er IM Helgi Dam Ziska fyrsti føroyingur nakrantíð, ið megnar at fáa stig ímóti einum telvara í heimsflokki, sum liggur oman fyri 2.700 ratingstig. Svidler, sum er ein av favorittunum at vinna EM, hevur eina ferð verið í Føroyum og kappast, tá hann var yngri.