Helgi hølvaði alt av

31 telvarar møttu til føroyameistaraheitið í snartelving, sum var hildið sunnudagin 28. desembur í Skúlanum við Løgmannabreyt, har Havnar Telvingarfelag var vertur.

 

Fleiri av sterkastu telvarunum vóru við, umframt Helga Dam Ziska, tann absolutt sterkasta í føroyskari telving. Hann lat heldur ongan iva vera um, at hann er stinnastur í Føroyum, skrivar Talvsamband Føroya.

 

Fyri fyrstu ferð (møguliga nakrantíð) vann Helgi FM í snartelving við fullum stigatali, 18 av 18! Og tá vóru sum áður nevnt, fleiri navnframir telvarar við í kappingini. 

 

Á deildum øðrum plássi, men heili fimm stig aftanfyri, endaðu Rógvi Egilstoft Nielsen og Sjúrður Thorsteinsson við 13 stigum. 

 

Ratingvirðislønirnar vunnu Jón Gregersen, Eli W. Finnson og  Sámal Andrias Jacobsen.