Helgi hevur málið í eygsjón

Besti føroyski telvarin luttekur í EM kapping í Dredsen, har hann vónar at røkka 50 prosentum í úrtøku. Í morgin er 11 ára gamal týskari á skránni

Meðan tað hevur verið kappast um FM í talvi fyri einstaklingar í Klaksvík, er stinnasti føroyski telvarin av øllum, Helgi Dam Ziska, í hesum døgum í Dredsen í Týsklandi, har hann luttekur í EM kappingini fyri einstaklingar.
Í fjør var úrtøkan hjá Helga í EM kappingini fyri einstaklingar 4,0 stig burturúr ellivu umførum. Hesa ferð miðjar Helgi, sum síðani fyri einum ári síðani er vorðin IMari, hægri. Men málið kennist á ongan hátt at vera veruleikafjart.
Málið er at røkka 50 prosentum í úrtøku. Tað vil siga 5,5 prosent í úrtøku. Burturúr sjey teimum fyrstu umførunum hevur úrtøkan verið 3,0 stig. Tað vil við øðrum orðum siga, at um ætlaða úrtøkan skal røkkast, so skal Helgi burtur úr fýra teimum seinastu umførunum fáa í hvussu so er 1,5 stig.
Um styrkistalið verður nýtt sum metingargrundarlag, so eiga møguleikar at vera fyri úrtøku í 8. umfari. Í morgin verður mótstøðumaðurin 11 ára gamli Sebastian Kaphle úr Týsklandi. Styrkistalið hjá týska stórtalentinum er 2010 ella væl lægri enn talið hjá Helga Dam Ziska, sum hevur styrkistalið 2389. Blaðungi týskarin hevur burtur úr sjey teimum fyrstu umførunum vunnið 3,0 stig, og tað boðar frá, at talan er um stórt talent, sum rættuliga er á veg upp eftir listanum.
- Eg kenni einki til týskaran, men í dag fara vit at hyggja talvini ígjøgnum, sum hann hevur telvað higartil í EM kappingini, segði Helgi Dam Ziska úr Dresden fyrrapartin í dag.
Einasti frídagurin í allari kappingini hevur verið í dag. 11. og síðsta umfarið verður leygardagin.
Um tað í morgin eydnast at fáa fulla úrtøku ímóti týska stórtalentinum, so er eingin ivi um, at mótstøðan hósdagin verður ógvuliga stór. Í tílíkari kapping er tað soleiðis, at mótstøðumenninir altíð hava umleið somu styrki.
At tað í fyrstu umførunum hilnaðist hampuliga væl hjá Helga hevur havt við sær, at talan hevur verið um stóra mótstøðu. Helgi hevur vunnið ímóti norðmanni, sum ikki er meistari av nøkrum slagi. Síðani hevur hann telvað ímóti seks stórmeistarum, sum allir hava omanfyri 2500 í styrkistali. Tað hevur eydnast Helga at vunnið ímóti einum og at røkka remis ímóti tveimum teirra.
Saman við Helga Dam Ziska í Týsklandi er beiggi hansara, Kristin Dam Ziska.