Í gjár stóð eg á løgtingsins røðarapalli og royndi at argumentera fyri, at politikarar eiga at lurta eftir Havstovuni. Eg fór so langt sum at siga, at um vit ikki tóku við ráðum frá serfrøðini, so áttu vit at lukka Havstovuna, senda fiskifrøðingarnar til hús og gloyma alt um hatta havrannsóknarskipið, tí hví skulu vit brúka milliónir til ráðgeving, sum vit kortini ikki lurta eftir?
Men í kvøld var sjálvur stjórin á Havstovuni í Útvarpinum og greiddi frá, at hann hevði eina heilt aðra áskoðan. Hann helt at tað gjørdi ikki petti, um politikarar ikki lurtaðu eftir Havstovuni.
Vit skulu altso brúka milliónir til ráðgeving, sum sjálvur ráðgevin heldur, at okkum ikki nýtist at lurta eftir???