FÓTBÓLTUR
Í vikuskiftinum verður farið undir aftur landskappingina í fótbólti. Hesar seinastu vikurnar hava feløgini fyrireikað seg. Talan hevur verið um harða fysiska venjing, og so hava fleiri feløg roynt seg í venjingardystum.
At spælararnir hava verið undir stórum likamligum trýsti hevur við sær, at tað skal ikki leggjast so nógv í úrslitini í venjingardystunum.
Ólavsøkuaftan spældu havnarfeløgini steypadyst á Tórsvølli. Áhugin millum áskoðararnar var kanska størri, enn áhugin hesi seinastu árini hevur verið fyri ólavsøkudystum. HB vann 3-0. Andrew av Fløtum, sum er komin úr Fremad Amager og aftur í barndómsfelagið, vísti beinanvegin, at tað er fongur í honum. Hann skoraði tvey mál, og Páll M. Joensen skoraði eitt mál.
Ólavsøkudag spældu AB og KÍ á niðara vølli í Gundadali. KÍ vann 3-2. Málini hjá AB skoraðu Bjarni Jørgensen og Allan Mørkøre, og fyri KÍ skoraðu Ove Nysted, sum er komin aftur úr B36 og í barndómsfelagið, Gunnar Nielsen og Atli Danielsen.
Týskvøldið vóru tveir venjingardystir í Eysturoy. KÍ vitjaði í Fuglafirði, har úrslitið var 2-2. Fleiri klaksvíkingar vóru farnir undir fjørðin fyri at skoða Denni Conteh, nýggja álopsspælaran. Hann var á vøllinum í 1. hálvleiki, og í løtum sást, at tað eru stórir møguleikar í honum.
Ein av nýggju ÍF spælarunum er Helgi L. Petersen. At tað verður góð nytta í honum er einki at ivast í. Í gjárkvøldið skoraði hann bæði ÍF málini, og báðu ferðirnar var tað við høvdinum. KÍ málini skoraðu Erling Fles og Heðin á Lakjuni upp á brotsspark.
GÍ vann 4-2 á heimavølli ímóti LÍF. Christian Lundberg og Hendrik Rubeksen, sum eru nýggir í Gøtu, skoraðu eitt mál í part, og ungi og evnaríki Finnur Justinussen skoraði tvey mál. Fyri LÍF skoraðu Andreas Lava Olsen og Hjartvard Hansen.