Fyrsta umfarið í FM í talvi fyri einstaklingar var á skránni leygardagin.
Úrslit
Martin Poulsen 2303 ? Torkil Nilesen 2058 ½ - ½
Carl Eli Nolsøe Samuelsen 2231 ? Olaf Berg 2183 1-0
Herluf Hansen ? IM Helgi Dam Ziska
Ólavur Simonsen 2092 ? Rani Nolsøe 2036 1-0
Finnbjørn Vang 2081 ? Hans Kristian Simonsen 2178 0-1
Mest merkisvert var tað, at IM Helgi Dam Ziska ikki møtti upp. Hann hevði forfall. Helgi skuldi havt svarta fólkið ímóti Herlufi Hansen. Enn er ikki greitt, nær tað talvið verður á skránni.
Styrkistølini kundu bent á, at Martin Poulsen var favorittur við hvíta fólkinum ímóti Torkili Nielsen, men Torkil var stinnur, og remis talvið teirra millum var tað fyrsta, sum var liðugt.
Carl Eli Nolsøe Samuelsen fekk fult ímóti Olafi Berg. Olaf stóð betri, men so kontraði Carl Eli, og Olaf var kroystur, tá ið hann tapti upp á tíð.
Ólavur Simonsen leyp við fullum huga á, og tað eydnaðist ikki Rana Nolsøe við svørtum at vera nóg neyvur og verja seg.
Hans Kristian Simonsen fekk við svørtum fyrimun í miðspælinum ímóti Finnbirni Vang, sum ikki megnaði at verja seg.
Tað eru 90 minuttir og 30 sekund fyri hvønn leikin at hugsa sum um í.
2. umfar verður sunnudagin klokkan 17 í Eysturskúlanum í Havn. Tá sær skráin soleiðis út:
Torkil Nielsen 2058 ? Hans Kristian Simonsen 2178
Rani Nolsøe 2036 ? Finnbjørn Vang 2081
IM Helgi Dam Ziska 2400 ? Ólavur Simonsen 2092
Olaf Berg 2183 ? Herluf Hansen 2023
Martin Poulsen 2303 ? Carl Eli Nolsøe Samuelsen 2231.










