Helgi Dam Ziska vann sær aftur framúr gott úrslit, tá næsta umfarið í Reykjavík Open stóð á skránni.
Hesa ferð telvdi Helgi móti svenska Ralf Åkerson, sum er stórmeistari og styrkismettur sum nummar 24 í kappingini.
Helgi hevði frammanundan sett sær fyri, at hann skuldi hava í minsta lagi eitt hálvt stig ímóti sterka svenska telvaranum, og tað eydnaðist. Talvið teirra millum endaði við remis.
Eftir tveimum umførum hevur Hleig soleiðis vunnið 1,5 stig. Í triðja umfarinum verður talan um dyst móti serbiskum stórmeistara. Hesin eitur Ivan Ivanisevic, er styrkismettur sum nummar 10 í kappingini og hevur 2588 ratingstig.